Vísa aftur, at umsitingin er ov dýr

15.02.2021 - 10:17
AktueltPolitikkur
Vísa aftur, at umsitingin er ov dýr
Bústaðir byggja fyri 80-100 milliónir kr. um árið, og avkastið er knappliga fýra prosent
Bústaðir hava fleiri enn 2700 limir. Teir flestu eru millum 25 og 29 ár
 

Bústaðir halda ikki, at umsitingin hjá felagnum er ov dýr.

Trivnaðarnevndin hjá løgtinginum spurdi, hví umsitingin hjá Bústøðum kostar so nógv.

Bústaðir svara, at felagið heldur ikki, at tað kostar ov nógv at umsita leigumál. 

337 leigumál

15 fulltíðarstørv eru í Bústøðum.

337 leigumál eru, og bygt verður fyri 60 til 100 milliónir krónur um árið. Avkastið hjá Bústøðum er knappliga fýra prosent.  

Skal avkastið vera fimm ella seks prosent, hækkar húsaleigan 20 til 40 prosent, siga Bústaðir.

Bústaðir hava 2.712 søkjandi og hvílandi limir. 223 teirra búgva uttanlands.

Flestu limirnir eru millum 25 og 29 ár.  

Bústaðir hava í løtuni tvær verkætlanir, sum umfata lutaíbúðir. Á Toftum eru átta íbúðir og í Vági seks.

Privatir íleggjarar

Ætlanin hjá landsstýrinum er, at privatir íleggjarar skulu eisini byggja leigubústaðir.

Bústaðir halda, at ein verkætlan, har sum Bústaðir í einum felags eigaraskapi við privatum íleggjarum í einum partafelagsformi gera íløguna, og har eginfíggingin er 20 prosent og lánsfíggingin 80 prosent, kann geva nøktandi avkast til íleggjarar, uttan at húsaleigan hækkar.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 10. apríl
Jambalaja 100421
122651
Leygardag 10. apríl
Morgunlesturin leygarmorgunin 10. apríl 2021
122311
Fríggjadag 9. apríl
Morgunlesturin fríggjamorgunin 9. apríl 2021
122310
Hósdag 8. apríl
RagnarRokk 8.apríl 2021
122286
Hósdag 8. apríl
RagnarRokk:Blaze Bayley um War Within Me
122285
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. apríl
í Luftini við KATA
122549
Mikudag 7. apríl
í Luftini við Son of Fortune
122548