Aðalorðaskifti um aling í næstu viku

Aðalorðaskifti um aling í næstu viku
Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, fer at leggja frágreiðing um alivinnuna fyri tingið í dag
Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í vinnumálum
 
17.02.2021 - 08:34

Um eina viku verður aðalorðaskifti í løgtinginum um aling.

Landsstýrismaðurin í umhvørvis- og vinnumálum, Helgi Abrahamsen, leggur fram frágreiðing um alivinnuna á tingfundinum í dag.

Sambært tingskipanini kunnu landsstýrisfólk geva løgtinginum frágreiðing um støðuna í máli, sum er málsøki tess, og hvørjar ætlanir, tey hava í hyggju at fremja hesum viðvíkjandi.

Tingfólk fáa eina viku til at lesa frágreiðingina um aling. Og aðalorðaskifti verður so næsta mikudag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819