Ritan aftur í sigling

Ritan aftur í sigling
Fyrsti túrur úr Hvannasundi verður seinnapartin
Tað hevur kostað fýra milliónir krónur at umvæla Rituna
 
18.02.2021 - 08:53

Strandfaraskipið, Ritan, fer í dag aftur í sigling millum Hvannasund, Svínoy og Fugloy.

Ritan fór á sleipistøð í Havn 8. desembur í fjør, og nógv arbeiði er gjørt.

Tað kostaði Strandferðsluni fýra milliónir at umvæla Rituna, segði Jóhan Petur Abrahamsen, rakstrarleiðari hjá Strandferðsluni, við útvarpið herfyri.

Fyrsti túrurin við Rituni, nú hon verður sett í sigling aftur, verður úr Hvannasundi klokkan 14:45 í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Hósdag 18. apríl
Góðan morgun Føroyar
173889
Hósdag 18. apríl
Morgunlestur hósdagur 18. apríl 2024
173395
Mikudag 17. apríl
LEITISSTEIN 16.04.2024
173874
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819
Týsdag 16. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
173802