Føroyingar og grønlendingar koppsettir í Danmark

bannari
22.02.2021 - 10:55
AktueltHeilsa
Føroyingar og grønlendingar koppsettir í Danmark
Hetta er eisini galdandi fyri føroyingar og grønlendingar, sum eru í sjúkraørindum í Danmark, sigur Magnus Heunicke, heilsumálaráðharri
Føroyingar og grønlendingar, sum eru í fyribilsørindum í Danmark, verða eisini koppsettir ókeypis
Mynd: Sermitsiaq  
 

Føroyingar og grønlendingar, sum eru í Danmark í styttri ella longri tíð, skulu fáa tilboð um at verða koppsettir. Lóggávan skal broytast, so at hetta verður gjørligt, skrivar Sermitsiaq.

Grønlandsnevndin í Fólkatinginum hevur spurt heilsumálaráðharran, um tað verður raðfest millum sjúklingar, hvør fær loyvi at vera koppsettur fyri koronu. Tað var grønlendski fólkatingslimurin, Aaja Chemnitz Larsen, sum spurdi.

Nevndin vildi hava at vita, um allir danskir ríkisborgarar, sum eru innlagdir til viðgerðar, kunnu verða koppsettir ókeypis, sjálvt um teir koma úr Grønlandi ella Føroyum.

Broyting á veg

Magnus Heunicke, heilsumálaráðharri, svarar, at fólk, sum hava bústað í Føroyum ella Grønlandi, og sum eru í Danmark í skúla ella undir útbúgving, hava rætt til at fáa viðgerð á sjúkrahúsi, og sostatt eisini at verða koppsett eins og aðrir borgarar í Danmark.

Men í løtuni er hetta ikki galdandi fyri føroyingar og grønlendingar, sum hava fyribilsørindi í Danmark, til dømis um teir eru í Danmark í sjúkraørindum. Eitt broytingaruppskot er lagt fram, sum skal broyta hetta. Eftir ætlan skal broytingin koma í gildi 1. mars, tað er um eina viku.

Broytingaruppskotið fer at geva ávísum sendifólkum, fólki úr Føroyum og Grønlandi, heimleysum, teimum, sum søkja um friðskjól, eins og útlendingum, sum eru í Danmark uttan lógligt uppihaldsloyvi, rættin til at verða koppsett - ókeypis.

 
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 5. mars
Nón 5. mars 2021
121211
Fríggjadag 5. mars
Góðan morgun Føroyar
121177
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 5. mars
Lyst 40
121086
Mikudag 3. mars
Hondbóltur: KÍF - Team Klaksví­k
121104
Mikudag 3. mars
Úr savninum: Matur og matgerð
121098
Týsdag 2. mars
Noomi O. Gregersen, FarGen
118847