Fríkendur fyri neyðtøku, men fongsul fyri harðskap

22.02.2021 - 18:00
Aktuelt112
Fríkendur fyri neyðtøku, men fongsul fyri harðskap
Ein maður er í Føroya rætti dømdur treytaleysa fongsulsrevsing fyri at hava sligið eina kvinnu í høvdið við einari fløsku
Føroya rætti fríkendi mannin fyri neyðtøku, men hann varð dømdur fyri harðskap, tí hann sló kvinnuna í høvdið við einar ølfløsku
 

Ein maður er í Føroya Rætti fríkendur fyri neyðtøku, men dømdur fyri at hava sligið somu kvinnu í høvdið við einari fløsku nakrar mánaðir seinni.

Maðurin fekk 60 daga treytaleysa fongsulsrevsing fyri harðskap.

Tað er ikki prógvað, at maðurin helt fram við samleguni, hóast at hann visti, at kvinnan ikki vildi. 

Tað er millum annað orsøkin til avgerðina í Føroya Rætti í einum neyðtøkumáli í dag. 

Haraftrat talaði tað fyri hansara søk, at hann gavst, áðrenn samlegan var fullførd.

Dómur varð sagdur í einum máli um tvey viðurskifti -  eitt um neyðtøku og eitt um harðskap.

Ofta liðugt

Kvinnan og maðurin hava bæði greitt frá, at tey hava verið par, men at tað ofta var liðugt millum tey. Hóast tað hendi tað javnan, at tey vóru saman, og høvdu samlegu.

Tá hendingin, sum endaði við neyðtøkumáli, fór fram, høvdu tey ligið og hugnað sær á sofuni. 

Tey hava ymiskar fatanir av, hvat er hent. 

Hann helt, at tey vóru samd um at hava samlegu, men hon sigur, at hon var skelkað, og í ákæruritinum leggur hon hann undir at halda sær móti sínum vilja, meðan samlegan er. 

Haraftrat hevði hon sagt fyrr um kvøldið, at tey ikki skuldu í song saman. 

Kvinnan hevur tó undir avhoyringunum greitt frá, at hon kanska ikki hevur verið so greið, tí hon dugir ikki so væl at siga til. Hon er tí í iva um, hvussu greitt hon hevur gjørt vart við, at maðurin skuldi gevast.  

Kvinnan hevur somuleiðis greitt frá, at hon græt, men at hon ivast í,  um hvørt tað var undir ella eftir samleguna. 

Maðurin gavst við samleguni

Dómsvaldið leggur í dóminum dent á, at maðurin gavst, áðrenn samlegan varð fullførd,  og at tað ikki er prógvað, at hann visti, at kvinnan ikki vildi samleguna, áðrenn hann gavst. 

Í dóminum verður somuleiðis lagdur dentur á, at kvinnan sjálv hevur sagt, at hon møguliga ikki hevur verið so greið, tá hon hevur sagt nei.

Haraftrat at talan hvørki er um harðskap ella hóttanir. 

Hóast fríkendur fyri neyðtøku, skal maðurin inn at sita í 60 dagar. 

Til hendurs í bili

Í april í fjør, fýra mánaðir eftir, at kvinnan meldaði mannin fyri neyðtøku, fóru tey til hendurs í einum bili, og hann sló hana í høvdið við einari fløsku.

Maðurin varð dømdur fyri at hava gjørt hetta tilvitað, hóast hansara frágreiðing var, at tað var eitt óhapp, at hann rakti hana við einari ølfløsku, sum hann hevði í hondini.  

Maðurin er fyrr dømdur fyri millum annað harðskap, stuldur og brot á lógina um rúsandi evni.
 

 
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 5. mars
Nón 5. mars 2021
121211
Fríggjadag 5. mars
Góðan morgun Føroyar
121177
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 5. mars
Lyst 40
121086
Mikudag 3. mars
Hondbóltur: KÍF - Team Klaksví­k
121104
Mikudag 3. mars
Úr savninum: Matur og matgerð
121098
Týsdag 2. mars
Noomi O. Gregersen, FarGen
118847