Meira enn tveir triðingar boraðir

Meira enn tveir triðingar boraðir
Nú eru boraðir tilsamans 7.356 metrar í Sandoyartunlinum
Sandoyarmegin kemur tunnilin út í Traðardali á Sandi
 
22.02.2021 - 13:44

Nú eru meira enn tveir triðingar í Sandoyartunlinum boraðir.

Í síðstu viku vórðu 99 metrar boraðir, og tilsamans eru nú boraðir 7.356 av tilsamans 10.785 metrum.

Hetta svarar til, at tað nú eru boraðir meira enn tveir triðingar av samlaðu longdini.

Longsti tunnil

Sandoyartunnilin verður longsti tunnilin í Føroyum, og eftir ætlan verður koyrandi í tunlinum í desember 2023. Mett verður, at 300 - 400 bilar fara at koyra í tunlinum um samdøgrið

Gongst sum ætlað, verður seinasta skotið í Sandoyartunlinum latið síðst í hesum árinum.

Sandoyartunnilin er mettur at kosta 1,3 milliardir krónur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652