Deyðatalið í USA farið upp um 500.000

bannari
23.02.2021 - 08:39
AktueltÚtheimurin
Deyðatalið í USA farið upp um 500.000
Nú eru yvir 500.000 fólk deyð av koronu í USA. Tað eru fleiri enn í trimum stórum kríggjum, landið hevur verið við í
 

Tað vísir ein uppgerð frá Johns Hopkins universitetinum, sambært tíðindastovuni AP. Amerikanski forsetin, Joe Biden, heitir á fólkið um at minnast tey deyðu

Talið av deyðum er líka stórt sum amerikansku tapini í seinna heimsbardaga, krígnum í Vietnam og krígnum í Korea, um tølini verða løgd saman.

Deyðatølini av koronu eru eitt dapurt vegamót, segði amerikanski forsetin á einum minningarhaldi fyri tey deyðu uttan fyri Hvítu húsini.

Flagga í hálvari stong í fimm dagar

Í dag minnast vit eitt dapurt vegamót og 500.071 deyð fólk í USA. Eg veit hvussu slíkt kennist, segði amerikanski forsetin.

Biden vísti á sína egnu tíð við nógvum sorgarleikum, eftir at hann misti konuna og eitt barn í vanlukku og eitt annað barn av sjúku.

Vit skulu standa saman sum eitt fólk, fyri koma okkum aftur, eftir tað sum hendir, segði Joe Biden:

Amerikanski forsetin, Joe Biden, hevur heitt á amerikanska fólkið um at flagga í hálvari stoing í fimm dagar fyri at minnast tey deyðu.

 
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 5. mars
Nón 5. mars 2021
121211
Fríggjadag 5. mars
Góðan morgun Føroyar
121177
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 5. mars
Lyst 40
121086
Mikudag 3. mars
Hondbóltur: KÍF - Team Klaksví­k
121104
Mikudag 3. mars
Úr savninum: Matur og matgerð
121098
Týsdag 2. mars
Noomi O. Gregersen, FarGen
118847