- Tíðindi, mentan og ítróttur
Krøvini handað hvørjum øðrum
23.02.2021 - 07:48
Aktuelt›Vinna
Krøvini handað hvørjum øðrum
Føroya arbeiðsgevarafelag og YTF hava nú handað hvørjum øðrum krøvini um nýggjan sáttmála

Samráðingarfundur verður 2. mars. Sáttmálin fer úr gildi 1. mai. Tey, sum arbeiða í øðrum peningastovnum enn BankNordik, eru í felagnum YFT.
YFT er fakfelag hjá teimum, sum arbeiða í tryggingarfeløgum, peningastovnum og KT fyritøkum. Føroya arbeiðsgevarafelag og Finansforbundet handaðu krøvini fyri tveimum vikum síðani.
Finansforbundet er fakfelag hjá teimum, sum arbeiða í BankNordik. Fyrsti veruliga samráðingarfundurin verður eftir ætlan eftir páskir. Eisini tann sáttmálin fer úr gildi 1. mai.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV