Sarkozy í fongsul

Sarkozy í fongsul
Fyrrverandi franski forsetin er dømdur trý ára fongsul fyri mutur, tvey ár eru treytað
Nicolas Sarkozy var forseti í Fraklandi frá 2007 til 2012
 
01.03.2021 - 14:42

Fyrrverandi franski forsetin, Nicolas Sarkozy, skal í fongsul. Hann varð í dag dømdur trý ára fongsul fyri mutur. Tvey ár eru treytað, meðan tað eina árið er treytaleyst fongsul.  

Nicolas Sarkozy var franskur forseti frá 2007 til 2012. Hann var ákærdur fyri at hava roynt at mutra seg til upplýsingar, við at lova einum fronskum dómara eitt starv í Monaco.

Dómarin, Gilbert Azibert, er eisini ákærdur. 

Upprunaliga sakarmálið snúði seg um, at Nicolas Sarkozy hevði tikið ímóti ólógligum stuðli frá Liliane Bettencourt, sum er ein múgvandi kvinna. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 29. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (2:2)
172480
Fríggjadag 29. mars
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
172951
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. mars
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
172949
Hósdag 28. mars
Skírhósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584