Nigel Farage gevst sum floksleiðari

Nigel Farage gevst sum floksleiðari
Bretin, Nigel Farage, sum í 2018 stovnaði Brexit-flokkin, gevst nú sum leiðari fyri flokkin, sigur hann á Twitter
Mynd: Savnsmynd (AP)  
 
07.03.2021 - 11:17

Eg haldi, rætta løtan nú er komin. Eg stuðli øllum tí, flokkurin stendur fyri, og hóast eg ikki verði í leiðsluni, eri eg fegin um at hava heiðurspláss í flokkinum, sigur Nigel Farage.

Endaliga úrslitið av Brexit hevur kvett sambandið hjá Norðurírlandi við Stóra Bretland, og fiskimenn okkara verða viðfarnir illa, men vit eru úti, og nú vendist ikki aftur, sigur hann.

Ætlar at fáa boðskapin út á sosialum miðlum

Farage heldur seg kunna hava líka so stóra ávirkan á almenningin gjøgnum fjølmiðlar og sosialar miðlar, sum hann hevði, tá hann var floksformaður, sigur hann sambært Ritzau.

56 ára gamli Nigel Farage stovnaði í 2018 Brexit-flokkin, ið skuldu arbeiða fyri Brexit og tryggja, at Bretland fór úr Evropasamveldinum.

Eftir tað endurstovnaði hann flokkin undir heitinum Reform UK í eini roynd at stríðast ímóti avmarkingunum hjá bretsku stjórnini, tá korona rakti Stóra Bretland.

Heitur talsmaður fyri Brexit

Men, nú hevur Nigel Farage so boðað frá, at hann leggur frá sær. Farage var á fólkaatkvøðuni í 2016 heitur talsmaður fyri, at Stóra Bretland skuldi fara úr Evropasamvveldinum.

Ein lítil meiriluti atkvøddi á fólkaatkvøðuni fyri fimm árum síðani fyri, at landið skuldi fara úr ES, og tvey ár seinni fór Nigel Farage úr UK Independence Party eftir 25 ár.

Tað verður 56 ára gamli Richard Tice, sum tekur við floksleiðsluni í Reform UK, sum fyrr var kendur sum Brexit-flokkurin, boðar Farage frá í videobroti á Twitter.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652