Bergholið til Fámjins seinkað

06.04.2021 - 11:02
AktueltSamfelag
Bergholið til Fámjins seinkað
Ætlanin var at bjóða út arbeiðið fyri summarfrítíðina og byrja arbeiðið seinni í ár
 

Avbjóðingar vóru við linjuføringini, og tí bergholið til Fámjins seinkað. Ætlanin var at bjóða út arbeiðið fyri summarfrítíðina og byrja arbeiðið seinni í ár. 

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, hevur svarað Bjarna Hammer, løgtingsmanni, sum spurdi, hvar verklagslógin um Fámjinstunnilin blívur av.

Avbjóðingar við jarðfrøðini

Landsstýrismaðurin svarar, at orsøkin til seinkingina er, at avbjóðingar hava verið við jarðfrøðini í sambandi við at finna røttu linjuføringina. Linjuføringin er nú funnin og í løtuni verður arbeitt við at projektera tunnilin. 

Í fjallinum, har tunnilin skal borast, liggja 40 metrar høgar fláir frá ístíðini, sum síggja út til at vera vanligt grót, men sum er leyst tilfar at bora og grava í. 

Landsverk hevur arbeitt tætt saman við Jarðfeingi fyri at finna bestu og tryggastu loysnina. Bergholið skal tó væntandi tryggjast betur enn vanligt er fyri slík berghol, sigur Jørgen Niclasen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. apríl
BREDDIN
123091
Týsdag 20. apríl
Óhoyrt
123085
Týsdag 20. apríl
LEITISSTEIN 19.04.2021
123084
Týsdag 20. apríl
Nón 20. apríl 2021
123082
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. apríl
3-2
123045
Sunnudag 18. apríl
Andakt við Beintu Áargarð
122973
Sunnudag 18. apríl
Guðstænasta í Vesturkirkjuni
122971
Leygardag 17. apríl
Hondbóltur: VÍF - H71
122963