ES góðkent franskan stuðul til AirFrance

ES góðkent franskan stuðul til AirFrance
Franski staturin eigur nú 30 prosent av partapeninginum í flogfelagnum
 
06.04.2021 - 10:20

ES hevur góðkent keypið, og Frakland er nú størsti partaeigari í flogfelagnum. Keypið merkir, at Frakland setir í mesta lagi fýra milliardir evrur í felagið, ið svarar til knappar 30 milliardir krónur

Hetta er partur av einum hjálparpakka, skrivar DR. Afturfyri hjálpina skal flogfelagið, AirFrance, lata 18 sonevnd "slots" til Orly-flogvøllin í París frá sær. Eitt slott er eitt flogloyvi fyri hvørjar 10 minuttir.

Forkvinnan í ES-kappingarnevndini, Margrethe Vestager, sigur, at hetta gevur kappingarneytunum hjá AirFrance møguleika fyri at økja um sítt virksemi á flogvøllinum, og tað skal tryggja kappingarførar prísir, umframt størri útboð til kundarnar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819