SMS-deildin: Tvær hálvfinalur í kvøld

SMS-deildin: Tvær hálvfinalur í kvøld
Útiliðini, H71 og Kyndil, mugu vinna ímóti ávíkavist StÍF og Neistanum, um tey skulu halda lív í vónini um føroyameistaraheitið
Kyndil skal vinna á Neistanum í kvøld, um FM-vónin ikki skal slókna
 
06.04.2021 - 11:57

Tað er trýst á útiliðunum, H71 og Kyndli, undan aðru FM-hálvfinalunum móti ávíkavist StÍF og Neistanum í kvøld.

H71 tapti fyrstu hálvfinaluna móti StÍF í Hoyvík, meðan Kyndil tapti á heimavølli móti grannunum úr Neistanum. Tí mugu tey bæði liðini, sum helst taldust millum størstu favorittarnar til FM-heitið í ár, vinna á útivølli, um lív skal haldast í vónini um føroyameistaraheitið.

Megna tey tað, skulu avgerandi hálvfinalurnar spælast hóskvøldið. 

KVF stroymir hálvfinaluna millum Neistan og Kyndil frá kl. 19.50  á kvf.fo.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Mánadag 22. apríl
Mín síðsta deadline (1:6)
174044
Mánadag 22. apríl
Norðurljóð 22.apríl 2022
174072
Mánadag 22. apríl
Útlit fyri enn einum rakári hjá Dan
174067
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964