Løgmaður letur upp fyri at fáa utlendingar út fyrr

Løgmaður letur upp fyri at fáa utlendingar út fyrr
Samgongan hevur verið sinnað at viðgerða spurningin um man eigur at fáa útlendingar úr føroyskari fiskivinnu áðrenn 2032, sum er galdandi í dag.
 
07.04.2021 - 20:53

Tað er sjálvandi ein spurningur um man letur upp fyri endurgjaldskrøvum, men samgongan hevur verið sinnað til at fara inn og viðgerða spurningin um man kann flyta dagfestingina fyri, nær útlendingar skulu vera úti úr føroyskari fiskivinnu. Tað segði Bárður á Steig Nielsen í Breddanum í dag. 

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður og Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, vóru í kjaki í Breddanum í dag, um útlendingar í føroyskari fiskivinnu, eftir sendingina Teir Ómettiligu 2, sum varð send í sjónvarpinum í gjárkvøldið. 

Aksel V. Johannesen vísti millum annað á, at undanfarna samgonga hevði sett evsta mark til 2023 og 2024, men hendan samgongan flutti tað markið til 2032. 
Løgmaður greiddi tó frá, at í royndini at fáa eina breiða politiska semju um uppskotið um veiðigjøld, sum er ávegis í tingið, hevur samgongan latið upp fyri møguleikanum at viðgera spurningin um útlendingar í fiskivinnuni, eftir ynski frá andstøðuni. 

- Tað var samgongan áhugað í at fara inn at viðgera, so vit skulu ikki útiloka, at tað ber til at gera tað, segði løgmaður millum annað. 

 

Breddin kann hoyrast á hesari leinkju. Kjakið er síðst í sendingini  https://kvf.fo/breddin?sid=122553

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819