COVID-19: Meira enn tríggjar milliónir fólk deyð

bannari
COVID-19: Meira enn tríggjar milliónir fólk deyð
Tað er framvegis trupult hjá fleiri londum at fyribyrgja nýggjari smittu
Fólk verða jarðað í Brasil. Umleið 3.000 fólk doyggja í landinum hvørt samdøgur við koronu
Mynd: Savnsmynd (AP)  
 
18.04.2021 - 14:51

Talið av fólki, sum eru deyð við COVID-19, er nú farið upp um tríggjar milliónir, sambært Johns Hopkins University, skrivar tíðindastovan Ritzau.

Talið endurspeglar, at fleiri lond í heiminum framvegis hava trupult við at fyribyrgja nýggjari smittu. Eitt nú í londunum Brasil, India og Fraklandi.

Helvtin av ísraelum koppsettir

Stórar vónir hava annars verið um, at nýggj koppingarevni fóru at tálma smittugongdini í heiminum.

Men, fyribils er tað bara Ísrael, sum hevur sett í verk hóp-koppsetingar. Og hetta hevur merkt nógv færri smittutilburðir í landinum.

Væl meira enn helvtin av ísraelum eru koppsettir, og landið nærkast tí, sum læknar nevna floksimmunitet, 

Talið kann væl vera størri

Hóast almenna talið nú er farið upp um tríggjar milliónir, kann tað væl vera, at deyðatalið í heiminum er størri enn tað, tí ikki øll heilsuverk í heiminum hava so neyvar skrásetingar.

Tað doyggja umleið 12.000 fólk í heiminum um dagin við COVID-19, og bara í Brasil doyggja 3.000 hvørt samdøgur, sambært almennu tølunum, skrivar Ritzau.

Brasil hevur verið darvað av, at læknar og heilsumyndugleikar hava vilja latið landið aftur, meðan forsetin, Bolsonaro, hevur heitt á fólk um ikki at geva smittuni gætur, men at liva sum vanligt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652