Nýtt stýri valt fyri Bústaðir

Nýtt stýri valt fyri Bústaðir
Nú eru fimm limir í stýrinum, sum tekur við 1. mai
Nýggju limirnir í stýrinum fyri Bústaðir avmyndaðir saman við landsstýriskvinnuni í bústaðarmálum
 
19.04.2021 - 14:53

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum, hevur valt nýtt stýri fyri Húsalánsgrunnin, vanliga nevnt Bústaðir.

Stýrið er víðkað við tveimum limum, og verður nú mannað við fimm limum. Hetta er ein av broytingunum, ið Løgtingið samtykti, tá løgtingslógin um Húsalánsgrunnin varð broytt í farna mánaði.

Limirnir í nýggja stýrinum eru: 

Una Joensen, Tórshavn
Emmy Joensen, Miðvágur
Tom Silvurdal, Vágur
Regin Djurhuus Hammer, Hoyvík
Anna Maria Joensen, Klaksvík

Nýggja stýrið fyri Bústaðir tekur við 1. mai.

Sambært lógini verða á øðrum hvørjum ári tilnevndir ávikavist tríggir og tveir stýrislimir, fyrstu ferð 1. mai 2023. Stýrið skipar seg sjálvt við formanni.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585