WHO: Korona breiðir seg skjótari enn nakrantíð

bannari
WHO: Korona breiðir seg skjótari enn nakrantíð
Í farnu viku vórðu 5,5 milliónir fólk smittað við koronu
Tað gongst illa at fáa tamarhald á koronusmittuni. Í løtuni eru 5,5 milliónir fólk smittað
 
23.04.2021 - 10:10

Tað tykist at vera torført at fáa tamarhald á koronusmittuni, og hon breiðir seg skjótari enn nakrantíð, upplýsir heimsheilsustovnurin, WHO.

Í farnu viku vórðu 5,5 milliónir fólk smittað við koronu, og tað er tað mesta nakrantíð, upplýsir heimsheilsustovnurin.

Í londum sum Argentina, Brasil og Turkalandi breiðir smittan seg skjótt, og líkt er til, at India hevur mist tamarhaldið á smittuni, sum veksur fyri hvønn dag.

Kann steðga framgongdini

Flemming Konradsen, professari í fólkaheilsu á universitetinum í Keypmannahavn, sigur, at tað er neyðugt at taka gongdina í størsta álvara, tá smittan breiðir seg so skjótt í londum, har nógv fólk býr. Tað kann vera við til at steðga framgongdini í heiminum, sum øll bíða eftir, sigur hann.

Gongdin kann hava við sær, at eftirspurningurin eftir vørum og tænastum í londunum kann minka, og at vørur og tænastur, sum skulu latast øðrum londum, koma ikki

Og so kann gongdin eisini hava við sær, at onnur sløg av koronu fara at taka seg upp, og tað kann gerast ein trupulleiki, tí koppingarevni, sum nú verður nýtt í USA og í Evropa, fer ikki at rína við nýggju sløgini av koronu, sigur professarin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
Góðan morgun Føroyar
173889
Hósdag 18. apríl
Morgunlestur hósdagur 18. apríl 2024
173395
Mikudag 17. apríl
LEITISSTEIN 16.04.2024
173874
Mikudag 17. apríl
Skratsj 17. apríl 2024
173859
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819
Týsdag 16. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
173802
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691