Trý ungfólk latin leys

Trý ungfólk latin leys
Tey eru skuldsett fyri rán og frælsistøku, og skulu fyri rættin seinni
Tey trý ungfólkini eru latin leys, men koma fyri rættin seinni
 
27.04.2021 - 13:13

Trý ungfólk, sum hava sitið varðhaldsfongslað, skuldsett fyri rán og frælsistøku, vórðu latin leys í gjár, og skulu fyri rættin seinni. 

Ungfólkini vórðu fongslað í tvær vikur 12. apríl, og skuldu aftur fyri rættin í gjár, har støða skuldi takast til, um tey skuldu varðhaldsfongslast longur.

Tað varð ikki mett at vera neyðugt, og tí vórðu tey latin leys, upplýsir ákæruvaldið.

Løgreglan er mestsum liðug at kanna málið, og tí var ikki neyðugt at biðja rættin um at varðhaldsfongsla tey longur.

Rán og frælsistøka

Tey trý ungfólkini, sum eru fyrst í 20unum, vórðu skuldsett fyri rán og frælsistøku.

Hvussu ákæruritið fer at síggja út, tá málið verður lagt fyri rættin, er ikki greitt enn, sigur ákæruvaldið.

Ein kvinna aftrat varð skuldsett, men hon var ikki varðhaldsfongslað.

Øll noktaðu seg sek, men onkur segði seg tó vera partvís sekan, upplýsti løgreglan, tá fólkini vóru í grundlógaravhoyring og varðhaldsfongslað. 

Visti hvørji fólkini vóru

Tað var klokkan níggju sunnumorgunin 11. apríl, at ein maður boðaði løgregluni frá, at hann við harðskapi varð noyddur at flyta pengar á eina kontu, sum ikki var hansara egna.

Hann visti, hvørji fólkini vóru, sum rændu pengarnar. 

Tey vórðu tikin, og í grundlógaravhoyring í Føroya rætti vórðu tey varðhaldsfongslað.

Hendingin var á einum gistingarhúsi í Havn.

Einki rúsevni

Fólkini eru øll ung, í tjúgunum ella yngri enn 20 ár.

Málið hevur ikki samband við rúsevni, helt Heri Andreassen, leiðari á Kanningardeildini hjá løgregluni, tá fólkini vórðu varðhaldsfongslað.  

Hann vildi ikki upplýsa, hvussu nógvar pengar, maðurin, sambært skuldsetingini, varð noyddur at flyta.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851