Fólk í vandabólki fáa framíhjárætt

bannari
Fólk í vandabólki fáa framíhjárætt
Í dag koma fleiri enn 6.500 skamtar av koppingarevninum Pfizer/BioNTech til landið
Í morgin kunnu øll, sum eru 45 ár og eldri, bíleggja tíð á corona.fo
 
05.05.2021 - 14:30

Tað gongur skjótt at koppseta ymsu aldursbólkarnar, og nú verður aldursmarkið flutt - í fyrstu syftu fyri fólk í vandabólki. Tað boðar Sjúkrahúsverkið frá í dag.

Nú kunnu fólk í aldrinum 45 til 54 ár, sum eru í vandabólki, eisini bíleggja tíð til koppseting. Og í morgin kunnu øll, sum eru 45 ár og eldri, bóka tíð á corona.fo

Fólk í vandabólki hava framíhjárætt at bíleggja tíð til koppseting. Tað kunnu vera fólk við krabbasjúku, sjúku í nervalagnum, lungnasjúku, hjartasjúku, diabetes og so framvegis.

Í dag kemur sending við fleiri enn 6.500 skamtum av koppingarevninum frá Pfizer/BioNTech og væntandi kemur sama nøgd aftur um tvær vikur. Hetta er tó ikki endaliga váttað, sigur Sjúkrahúsverkið í tíðindaskrivi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652