Seks føroyingar í donskum fongsli

Seks føroyingar í donskum fongsli
Nick Hækkerup hevur svarað Edmundi Joensen, fólkatingsmanni, um fongsulsviðurskifti
Fólk kunnu sita í Mjørkadali, skulu tey ikki sita longur enn hálvtannað ár. Annars skulu tey til Danmarkar
 
05.05.2021 - 11:24

Frá 2015 til 2020 vórðu seks føroyingar sendir í fongsul í Danmark, tí teir skuldu sita longur enn hálvtannað ár.

Fólk kunnu sita í Mjørkadali, skulu tey ikki sita longur enn hálvtannað ár. Annars skulu tey til Danmarkar.

Undantøk kunnu tó gerast, um serligar umstøður eru, sigur Nick Hækkerup, løgmálaráðharri, í svari til Edmund Joensen, fólkatingsmann.

Eisini hinvegin, um trygdin krevur, at fólk sita í Danmark, hóast dómurin sigur minni enn hálvtannað ár.

Fólk kunnu eisini sendast til Herstedvester, hava tey brúk fyri sálarhjálp, tí Herstedvester er innrættað til slík fólk.   

Harafturat eru fimm føroyingar sendir til Danmarkar í framhaldandi varðhaldsfongsul frá 2015 til 2020.

Tølini fyri árini 2011 til 2014 og fyri 2021 eru ikki tøk enn, men tey verða tøk í hesum mánaðinum, sigur Nick Hækkerup.

 

Edmund Joensen, fólkatingsmaður, hevur fingið svar frá Nick Hækkerup, løgmálaráðharra.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585