Systkin vera tey fyrstu at koyra í tunlinum

Systkin vera tey fyrstu at koyra í tunlinum
Hvalbiartunnilin letur upp fyri almennari ferðslu leygardagin
Leygardagin verður koyrandi í nýggja hvalbiartunlinum
 
05.05.2021 - 13:51

Tað vera Betta Eið og bróðir hennara Allon Næs, sum verða tey fyrstu at koyra í nýggja hvalbiartunlinum, ið verður tikin alment í nýtslu leygardagin.

95 ára gamli Allon Næs koyrir bilin. Allon er elsti maður í Hvalba. Systirin, Betta, er 98 ára gomul, og hon er eisini elsta kvinna í bygdini.

Dagurin byrjar við Roynhøllina klokkan níggju leygarmorgunin. Har verður boðið til morgunmat. Eisini verður okkurt til børnini, og hoppiborgir vera á økinum.

Røður og horntónleikur

Síðani verður farið til tunnilsmunnan, og klokkan 11.30 fara Sigurd L. Lamhauge, stjóri á Landsverki, Janus Thomsen, borgarstjóri í Hvalbiar kommunu, Kristin Michelsen, borgarstjóri í Tvøroyrar kommunu, og Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, at halda røðu.

Hornorkestur spælir, og áðrenn Jørgen Niclasen klippir snórin, fer hornorkestrið at framføra nýggja tónleikaverkið "Hvalbiartunnilin" eftir Atla Petersen.

Síðani koyra Betta Eið og Allon Næs sum tey fyrstu gjøgnum tunnilin, og rennarar og fólk til gongu fara gjøgnum tunnilin. Ellisakfør koyra eisini gjøgnum tunnilin, og klokkan 13 verður nýggi Hvalbiartunnilin latin upp fyri almennari ferðslu. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819
Týsdag 16. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
173802