Vil hava málið viðgjørt av nýggjum

Vil hava málið viðgjørt av nýggjum
Løgreglumaðurin, Derek Chauvin, varð dømdur fyri morð, tá hann sat oman á George Floyd í níggju minuttir
Derek Chauvin vil havarættarmálið móti sær tikið uppaftur, men ivasamt er, um tað fer at eydnast, tí prógvini í málinum eru so tyngjandi
 
05.05.2021 - 15:12

Løgreglumaðurin, Derek Chauvin, sum í apríl varð dømdur fyri at drepa George Floyd, vil hava, at rættarmálið verður tikið upp av nýggjum.

Chauvin, sum varð fangaður á einari videoupptøku, varð dømdur fyri morðið, tá hann sat oman á Floyd í níggju minuttir.

Fjølmiðlar í USA siga, at tað er ikki óvæntað, at løgreglumaðurin fór at biðja um, at rættarmálið gongur umaftur.

Prógvini tyngjandi

The New York Times endurgevur serfrøðingar, ið siga, at málið neyvan gongur umaftur, tí prógvini í málinum eru so tyngjandi.

Tað tók nevningunum, sum feldu dóm í málinum, minni enn eitt samdøgur at koma til niðurstøðuna, at Derek Chauvin var sekur.

Rættarmálið vardi í tríggjar vikur, og 45 vitni vórðu avhoyrd. 16. juni verður greitt, hvørja revsing Derek Chauvin skal hava.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. apríl
Upp á tá - 190424
173986
Leygardag 20. apríl
Vikan 20.apríl 2024
173982
Leygardag 20. apríl
Morgunlestur leygardagur 20. apríl 2024
173397
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887