Prísir lækka á suðuroyar- og sandoyarleiðini

Prísir lækka á suðuroyar- og sandoyarleiðini
Fíggjarnevndin hjá løgtinginum hevur hækkað játtanina til Strandferðsluna
Strandferðslan hækkaði gjøldini 1. apríl, men seinni hækkaði fíggjarnevndin játtanina til SSL, og nú eru gjøldini lækkað aftur
 
10.05.2021 - 08:38

Í dag lækka summir prísir á suðuroyarleiðini og á sandoyarleiðini hjá Strandfaraskipum landsins.

Prísurin lækkar 250 kr. fyri ymiskan farmaflutning við Smyrli, og akfør longri enn níggju metrar gjalda 175 kr. minni á sandoyarleiðini.

1.apríl hækkaðu hesir prísir annars.

Á suðuroyarleiðini kostaði eitt sleip 250 kr. meira. 

Strandfaraskip landsins søgdu, at teimum er álagt í fíggjarlógini at fáa fleiri inntøkur fyri sleipini.

Farmurin, sum fer við Smyrli, verður sleipaður umborð.

Á sandoyarleiðini hækkaði prísurin 175 kr. fyri ferðina aftur og fram, er akfarið níggju metrar ella longri.

Men tað bar ikki til, helt Fíggjarnevndin hjá løgtinginum, sum hækkaði rakstrarjáttanina hjá Strandfaraskipum landsins 1,2 mió. kr., sum príshækkingarnar vóru mettar at geva.

 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652