Gerðarrætturin viðger mál um lønarviðurskifti

Gerðarrætturin viðger mál um lønarviðurskifti
Annað málið er frá Felagnum føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar, og hitt er frá manningarfeløgunum
Føroya rættur vildi ikki taka málið um lønarviðurskifti á Heilbrigdi, tí hann segði, at talan er um tulkingarmál. Tí er tað farið í Fasta gerðarrættin
 
09.06.2021 - 09:15

Fasti gerðarrættur hevur fingið tvey mál í seinastuni.

Annað er frá Felagnum føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar, hitt er frá teimum trimum manningarfeløgunum. 

Felagið føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar vil hava Fíggjarmálaráðið at viðurkenna, at starvsfólk hjá Heilbrigdi eigur rætt til munin millum útgoldna løn og løn sum "leiðari 5" ávíst tíðarskeið eftir nýggjari lønartalvu hjá Felagnum føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar. 

Tulkingarmál

Føroya rættur vildi ikki taka málið, tí hann segði, at talan er um tulkingarmál, tað er, hvussu sáttmálin millum felagið og ráðið skal tulkast.

Tí er tað nú farið í Fasta gerðarrættin.

Tey trý manningarfeløgini vilja hava Reiðarafelagið at viðurkenna, at limir í feløgunum, sum vóru við línuskipinum Skørini, eru at meta sum uppsagdir, og hava tí krav um uppsagnarløn sambært greinini í sáttmálanum millum feløgini, sum viðger støðuna hjá manningini, tá ið skip verða løgd.

Tey trý manningarfeløgini vilja hava Reiðarafelagið at viðurkenna, at limir í feløgunum, sum vóru við línuskipinum Skørini, eru at meta sum uppsagdir, og hava tí krav um uppsagnarløn.
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585