Kunnu søkja um at vera við í vinnuligum royndum

Kunnu søkja um at vera við í vinnuligum royndum
Kvoturnar eru tilsamans umleið 38.000 tons tons, og haraftrat ber til at søkja um ískoytiskvotu av svartkjafti
Umsøkjara nýtist ikki at eiga fiskifar, men skal hava avtalu við onkran, sum eigur fiskifar
 
14.06.2021 - 08:34

Nú er klárt at søkja um at vera við i vinnuligum royndum og verkætlanum í ár.

Kvoturnar eru 7.813 tons av makreli, 10.824 tons av norðhavssild og 18.961 tons av svartkjafti.

Eisini ber til at søkja um ískoytiskvotu av svartkjafti. Har eru 12.640 tons tøk.

Umsóknarfreistin er týsdagin 6.juli á middegi.

Fiskur fluttur til í ár

Treytirnar eru í kunngerð, sum varð lýst fríggjadagin. 

Sambært henni er harafturat uppsjóvarfiskur, sum ikki bleiv fiskaður í fjør, fluttur til í ár. 

Umsøkjara nýtist ikki at eiga fiskifar, men skal hava avtalu við onkran, sum eigur fiskifar.

Eisini ber til at keypa fiskifar, sum ikki hevur veiðiloyvi ella fiskiloyvi, til vinnuligar royndir og verkætlanir. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652