Uppskotið lagt fram - 1. viðgerð fríggjadagin

Uppskotið lagt fram - 1. viðgerð fríggjadagin
Nú verður ásett við lóg, at pedagogar í størvum hjá Almannaverkinum kunnu ikki verða fevndir av arbeiðssteðgi
Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, hevur lagt fram uppskot, sum lóggevur pedagogar í Almannaverkinum aftur til arbeiðis
 
16.06.2021 - 11:17

Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, hevur fyri løtu síðani lagt fram uppskot um at leingja sáttmálarnar millum Pedagogfelagið øðrumegin og Fíggjarmálaráðið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið hinumegin fyri ávís størv undir Almannaverkinum. 

Helgi Abrahamsen sigur, at endamálið við uppskotinum er at byrgja fyri, at trygdin fyri lívi og heilsu, ið fáa tænastu frá Almannaverkinum, verður sett í váða. Tí verður ásett við lóg, at limir í Føroya Pedagogfelag, sum eru í størvum hjá Almannaverkinum og sjálvsognarstovnum undir Almannaverkinum, ikki kunnu verða fevndir av arbeiðssteðgi.

Almannaverkið hevur avgerðina

Sambært uppskotinum er tað Almannaverkið, ið metir um og avger, hvørji starvsfólk, Almannaverkið ikki kann vera fyriuttan.

Limir hjá Føroya Pedagogfelag, sum fáa boð frá Almannaverkinum, hava skyldu til at fara til arbeiðis og at fylgja sáttmálum millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, sum vóru galdandi til 1. oktober 2020.

Um Føroya Pedagogfelag ikki er samt við avgerðini hjá Almannaverkinum um, hvørji starvsfólk Almannaverkið ikki kann verða fyriuttan, kann spurningurin leggjast fyri eina nevnd, sum er mannað við trimum limum, har leiðarin fyri Deildina fyri Arbeiðs-og Almannaheilsu er formaður, og Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag velja hvør sín lim.

Verður viðgjørt fríggjadagin

Løgtingsformaðurin boðaði frá, at uppskotið kemur til 1. viðgerð á tingfundi fríggjadagin klokkan 10.

Tá hann fyrireikaði uppskotið, ætlaði Helgi Abrahamsen at fáa tingið at víkja frá tíðarfreistini á øllum viðgerðarstigum, so málið kundi avgreiðast beinanvegin, men í gjár varð greitt, at undirtøka varð ikki fyri tí í løgtinginum.

Johan í farloyvi

Johan Dahl í Sambandsflokkinum hevur biðið um farloyvi úr løgtinginum, og Eyðdis Hartmann Niclasen hevur tikið sæti fyri hann.

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585