Jóan Símun fyrsti føroyingur í belgiskum fótbólti

Jóan Símun fyrsti føroyingur í belgiskum fótbólti
Waasland-Beveren eitur nýggja felagið hjá landsliðsáleyparanum, Jóan Símun Edmundsson. Felagið er júst flutt niður í næstbestu belgisku deildina
 
18.06.2021 - 22:00

Føroyar hava fingið sítt fyrsta umboð í belgiskum fótbólti.

Tað er greitt, nú liðið Waasland-Beveren, sum spælir í næstbestu deildini, júst hevur kunngjørt Jóan Símun Edmundsson sum nýggjan leikara í felagnum. 

Jóan Símun Edmundsson hevur seinastu trý árini spælt við týska felagnum Arminia Bielefeld.

Jóan Símun Edmundsson var við til at tryggja felagnum uppflyting í Bundesliguna, og syrgdi eisini fyri, at Arminia Bielefeld vann sín fyrsta dyst í Bundesliguni í 11 ár, tá hann skoraði móti Køln. 

Men eftir at hann skrivaði føroyska fótbóltssøgu sum tann fyrsti føroyingurin í Bundesliguni, og hartil skoraði, so hvarv Jóan Símun Edmundsson av liðnum hjá Bilefeld, og nú er hann so fluttur víðari. 

 

Umráðandi at kenna seg ynsktan

Fyri Jóan Símun Edmundsson var tað umráðandi at koma til eitt felag, ið veruliga vildu hava seg í felagnum. 

"Waasland-Beveren er eitt sera professionelt felag, sum hevur spælt fleiri ár í bestu belgisku deildini, men tíverri endaði við at flyta niður, tá liðið tapti “play off”-dystirnar um at vera verandi í bestu deildini."

Felagið er tó á ongan hátt fallið í fátt av niðurflytingini, sigur Jóan Símun Edmundsson. 

"Felagið hevur høg mál, og er í holt við at gera umstøðurnar kring alt felagið betri. Men fyri meg var tað fyrst og fremst umráðandi at koma til eitt felag, har eg føldi meg ynsktan," ásannar føroyski landsliðsáleyparin. 

"Waasland-Beveren hevur víst áhuga í mær longi, og eg havi havt fleiri góð prát við umboð fyri felagið. Ætlanirnar við bæði felagnum, og við mær persónliga, tiltalaðu meg. Málsetningurin er at spæla við í toppinum og vónandi flyta upp aftur í bestu deildina," sigur Jóan Símun Edmundsson, sum gleðir seg til nýggju avbjóðingina. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. apríl
Morgunlestur hósdagur 25. apríl 2024
173997
Mikudag 24. apríl
Skratsj 24. apríl 2024
174183
Mikudag 24. apríl
RagnarRokk: Dr.Dead um Hey Living People
174175
Mikudag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
174167
Mikudag 24. apríl
Morgunlestur mikudagur 24. apríl 2024
173996
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010