Nevningarnir skulu nú taka støðu

05.07.2021 - 16:51
Aktuelt112
Nevningarnir skulu nú taka støðu
Ákærin heldur ongan iva vera um, at maðurin við vilja hevur dripið gentuna. Verjin vil vera við, at tað er ein søgulig hending, um tað eydnast at døma mannin
Nevningarnir skulu nú taka støðu til, um ein 26 ára gamal maður í 2012 drap 16 ára gomlu Mariu Fuglø Christiansen
Mynd: Savnsmynd  
 

Dómsviðgerðin er liðug í málinum, har ein 26 ára gamal maður er ákærdur fyri at hava dripið 16 ára gomlu Maria Fuglø Christiansen í Hvannasundi í november 2012.

Michael Boolsen, ákæri, legði fyri í dag. Hann vil hava mannin dømdan fyri dráp. Revsikarmurin er millum 5 ár og lívstíð. 

Ákærin legði stóran dent á, at maðurin við vilja skal hava hevur dripið gentuna, og at talan ikki er um óviljað dráp. 

Indicier sum prógv

Flestu prógvini eru indicier, eisini rópt óbeinleiðis próvførsla. Ákærin lýsti mannin sum ein, ið kundi funnið uppá at dripið ein persón. 

Ákærin brúkti mentalkanningar til at stuðla uppundir uppáhaldið.

Í kanningunum kemur fram, sambært Michael Boolsen, at tann ákærdi er harðligur, tá hann er ósamdur við onkran, og at hann eisini hevur dysfunktionellan atburð.

Her vísti ákærin millum annað á eitt mál í 2013, har tann 26 ára gamli maðurin var dømdur fyri drápsroynd og fyri grovan og ráan harðskap móti fýra fólkum. Fyri tað varð hann dømdur átta ára fongsul.

Harafturat legði ákærin stóran dent á vitnisfrágreiðingina hjá fýra vitnum, sum hava hoyrt frá tí ákærda manninum, at hann hevur játtað at dripið gentuna. Eisini hevði maðurin eitt motiv, helt Michael Boolsen.  

 

Alt ov nógv ivamál

Karina Skou, verji, legði stóran dent á, at skal eitt fólk dømast fyri dráp, so skal tað prógvast uttan nakran sum helst iva at viðkomandi hevur framt brotsgerðina.

Karina Skou heldur, at tað eru alt ov nógv ivamál í hesum málinum, og heldur tað vera eitt nýbrot í rættarsøguni, um maðurin verður dømdur. 

Hon helt eingi teknisk prógv vera fyri, at maðurin kann hava dripið hana. Møguliga kann genta hava gjørt av við seg ella hevur hon verið fyri einum óhappi. 

Verjin helt lítið um trúvirðið hjá teimum fýra vitnunum, sum ákærin vísti til. Karina Skou segði eisini, at maðurin ongantíð skal hava sagt beinleiðis, at hann hevur dripið gentuna, men at hann hevði skuldarkenslu í samband við deyða hennara. 

Verjin er heldur ikki samd við ákæranum í, at mentalkanningarnar siga, at maðurin er vandamikil. 

 

Dómur sagdur mikudagin

Dómur verður sagdur mikudagin klokkan 9. 

Verður maðurin dømdur sekur, fer rætturin hósdagin at taka støðu til, hvørja revsing maðurin skal fáa.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 20. september
Við Tórði á túri eftir havhestaungum
128821
Mánadag 20. september
Nón 20. september 2021
128818
Mánadag 20. september
Norðurljóð 20. september 2021
128718
Mánadag 20. september
#sparkakrákunaút
128806
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 20. september
3-2
128833
Mánadag 20. september
VIDEO: Rundtúrur umborð á Jákupi Sverra
128807
Sunnudag 19. september
Guðstænasta úr Gøtu kirkju.
128771
Sunnudag 19. september
Andakt við Jógvan Zachariassen
128767
Fríggjadag 17. september
RagnarRokk Reyp 23.september 2021
128699