Finnland fær uppreisn

Finnland fær uppreisn
Evropiski mannarættindadómstólurin hevur broytt avgerðina um at revsa Finnland í einum máli, har ein iraki skal verða dripin í Irak eftir at verða útvístur úr Finnlandi
Irakin "Ali", sum ikki fekk friðskjól í Finnlandi
Mynd: finska kringvarpið  
 
13.07.2021 - 17:09

Í november 2019 staðfesti Evropiski mannarættindadómstólurin, at Finnland bar seg skeivt at, tá tað útvísti ein irakskan mann, sum bað um friðskjól, og sum í fjølmiðlunum varð róptur Ali, og sum, sambært upplýsingum, var dripin stutt eftir at hann fór aftur til Bagdad.

Dómstólurin metti, at Finnland ikki hevði hugsað nóg nógv um vandan í sambandi við mannarættindasáttmálan, tá tað sendi Ali aftur til Irak. Finnland fekk eisini 25.000 evrur í bót, - tað svarar til 185.000 krónur.

Var livandi

Í fjør vár boðaði Sentral-kriminalløgreglan frá, at tey mettu, at avgerðin hjá dómstólinum varð grundað á falsað skjøl, og at irakski maðurin framvegis var livandi. Dóttur og versonur Ali høvdu logið um drápið fyri at snýta finskar myndugleikar og fáa endurgjald. 

Men lokabragdið var avdúkað áðrenn finski staturin rindaði teimum endurgjald, og í september í fjør heitti finska stjórnin á Evropiska mannarættindadómstólin um at endurskoða málið.

Rættarsamfelagið virkar

- Hetta er eitt serstakt mál. Finnland hevur ongantíð biðið um eina gjøgnumgongd av einum máli og avgerð hjá Evropiska dómstólinum. Loysnin er greið. ES-dómstólurin strikar dómin móti Finnlandi - allan, sum hann er. Hetta vísur sera greitt, at rættarsamfelagið virkar, sigur Krista Oinonen, ríkisumboð fyri Finnland í Evropiska mannarættindadómstólinum, við finska kringvarpið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819