Marknaðarvirðið á norska oljugrunninum var í dag 1.200 milliardir krónur

Marknaðarvirðið á norska oljugrunninum var í dag 1.200 milliardir krónur
Teljarin á heimasíðuni hjá norska oljugrunninum vísti seinnapartin í dag met
 
13.07.2021 - 17:20

E24 skrivar, at fyri fyrstu ferð fór marknaðarvirðið á oljugrunninum uppum 12.000 milliardir norskar krónur, - tað eru 8.639 milliardir krónur í okkara pengini.

Síðani á nýggjárinum er grunnurin vaksin við 1.000 milliardum norskum krónum, skrivar heimasíðan. Stutt eftir minkaði virðið á grunninum nakað aftur og gongdin heldur fram. 

Merkisdagur

Leiðandi búskaparfrøðingurin í norska Sparbank, Harald Magnus Andreassen, heldur kortini, at hetta er merkisdagur fyri grunnin. Hann vísur á, at stóra virðið er úrslit av stórum sveiggjum, - bæði á partabrævamarknaðinum, krónu-kursinum og marknaðinum fyri lánsbrøv. 

Hann sigur, at virðið á oljugrunninum nú er 40 prosent størri enn miðaltalið seinastu 10 árini.

- Tað er heldur virðið á grunninum í vanligari støðu, sum vit áttu at tikið støði í, sigur Harald M. Andreassen við E24.

Fíggjarmálaráðið eigur

Í 1996 vórðu fyrstu krónurnar fluttar í oljugrunnin, - tað er norska fíggjarmálaráðið, sum eigur grunnin, men Norges Bank umsitur grunnin. Norska stjórnin kann í mesta lagi brúka trý prosent av fænum hjá grunninum í fíggjarlógini hvørt ár.

Í 2021 hevur norska stjórnin í hyggju at brúka meira enn 400 milliardir oljukrónur, - tað eru 287 milliardir danskar krónur,  og tað svarar til 3,7 prosent av fænum hjá grunninum, skrivar NTB.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. apríl
Breddin: Tilfeingisgjald og Orkukeldur
174104
Týsdag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
174099
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Mánadag 22. apríl
Mín síðsta deadline (1:6)
174044
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010