153 deyð í vatnflóðini í Evropa

153 deyð í vatnflóðini í Evropa
Talið av deyðum av ógvusligu vatnflóðini í Evropa er nú komið upp á í minsta lagi 153.
Skaðarnir bera vitnisburð um, hvussu ógvuslig vatnflóðin hevur verið í Týsklandi
Mynd: AP  
 
17.07.2021 - 13:51

Talið av deyðum av ógvusligu vatnflóðini í Evropa er nú komið upp á í minsta lagi 153.

Av teimum deyðu eru 133 í Týsklandi og 20 í Belgia, men stúrt verður fyri, at talið fer at vaksa upp aftur meir í báðum londunum. 1300 fólk eru framvegis ikki komin afturíaftur.

Í gjárkvøldið megnaði ein byrging í býnum Wassenberg har vesturi í Týsklandi ikki at standa ímóti trýstinum, men 700 fólk, sum vóru í beinleiðis vanda, um byrgingin fór, vóru tá longu flutt burtur úr vandaøkinum.

 

Byrgingar fyri hóttafalli

Óttast verður fyri, at upp aftur fleiri byrgingar ikki fara at megna at standa ímóti, og slúsur eru lætnar upp fyri at taka tað ringasta trýstið. Materiellu skaðarnir av vatnflóðini í Týsklandi eru risastórir.

Ringast raktu landspartarnir eru Rheinland-Pfalz og Nordrhein-Westfalen.

Í gjárkvøldið segði Malu Dreyer, forsætisráðharri í Rheinland-Pfalz, at tey fáa ring tíðindi hvønn tíma.

"Vit eru enn ikki komin hartil, at vit kunnu siga, at støðan er við at batna," segði hon á tíðindafundi í gjárkvøldið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585