Glasrútur úr lastbilin feyk á bil

Glasrútur úr lastbilin feyk á bil
Ein kvinna, sum koyrdi í bili inni á Sundi nakað eftir klokkan 17 í gjár, fekk ein skelk, tá ein lamineraður glasrútur úr einum mótkoyrandi lastbili, rakti bil hennara
Mynd: Savnsmynd  
 
17.07.2021 - 14:07


Tað var um fimm tíðina í gjár, at ein kvinna fekk ein skelk, tá hon knappliga merkti okkurt raka bilin hjá sær, tá hon koyrdi framvið Suni.

Tað vísti seg, at ein lamineraður glasrútur var fokin úr einum mótkoyrandi lastbili og hevði rakt bilin hjá henni.

Eingin fólkaskaði stóðst av hendingini, men bilurin fekk nakað av skaða.

Fyri nøkrum døgum síðani var ein líknandi tilburður, har ein steinur, sum vigaði 48,6 kilo, datt úr einum lastbili og rakti bilin, sum koyrdi aftanfyri.

 

Lastin skal tryggjast væl

Løgreglan heitir í hesum sambandi á fólk, sum koyra við last, um at tryggja lastina væl, tí stórur skaði kann standast av, um okkurt dettur úr lastini mitt í ferðsluni.

Tann, sum koyrir við last, hevur ábyrgd at tryggja lastina. Í ringasta føri kann ein ov illa tryggjað last føra til treytaða frádøming av koyrikortinum.

 

Ferðslukanningar

Annars gjørdi løgreglan ferðkanningar millum Fjarða í Eysturoynni í nátt.

Tveir bilførarar vórðu tiknir fyri at koyra ov skjótt. Annar koyrdi 115 km/t og fyri tað fær hann eina treytaða frádøming av koyrikortinum. Hin varð máldur at koyra 107 km/t og fær eitt klipp í koyrikortið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. mars
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
172949
Hósdag 28. mars
Skírhósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584