Lækka prísin fyri at fáa størri ferðslu

Lækka prísin fyri at fáa størri ferðslu
Ov fáir stórir bilar koyra ígjøgnum Eysturoyartunnilin, og tí verður prísurin nú lækkaður
 
01.08.2021 - 14:12

Tað er ein sannroynd, at ov fáir stórir bilar koyra ígjøgnum Eysturoyartunnilin. Tað ásannar leiðslan í P/F Eystur- og Sandoyartunlar, sum nú hevur tikið avgerð um at lækka prísin fyri stórar bilar. Príslækkingin er tó bara galdandi fyri lastbilar, trailarar og tangabilar.

Gjaldið millum Eysturoynna og Streymoynna fer úr 400 kr. niður í 320 krónur, meðan gjaldið millum Strendur og Rókina fer úr 100 krónur niður í 96 kr. Prísirnir eru treytaðir av, at kundin hevur hald.

Ein avsláttarskipan verður eisini sett í verk fyri størri kundar.

Um ein kundi rindar millum 50.000 og 100.000 krónur í tunnilsgjaldi um hálvárið, fær viðkomandi 2 prosent í avslátri. Avslátturin verður størri, alt eftir hvussu stórt tunnilsgjaldið er um hálavárið. Fer tunnilsgjaldið upp um 1 millión krónur verður avslátturin 8 prosent.

Avslátturin verður fyrstu ferð roknaður 31. desember í ár.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585