Týsklandi brynjar seg til fjórðu bylgju

bannari
Týsklandi brynjar seg til fjórðu bylgju
Týskland herðir nú koronareglurnar, so at fólk skulu hava koronapass, um tey skulu inn í landið.
 
01.08.2021 - 11:04

Øll yvir 12 ár skulu vísa negativt kanningarúrslit við komu til landið, um tað er í bili, toki ella í flogfari. Hetta er tó ikki galdandi fyri fólk, sum eru liðugt koppsett ella hava havt korona. 

Tú sleppur undan herdu reglunum, um tú einans skal ferðast ígjøgnum Týskland fyri at fara víðari til eitt annað land, siga týskir myndugleikar við útlendskar miðlar. 

Hóast koronatølini í Týsklandi ikki eru høg, so hevur stjórnin í longri tíð ávarað um, at landið kann verða á veg inn í eina fjórðu smittubylgju, tá heystið nærkast.  

Týskarar stríðast tí í løtuni við at fáa so nógv koppsett sum møguligt, áðrenn heystið kemur. Týskland er nakað aftan fyri Føroyar, tá ið umræður koppseting. Meðan 65% av fólkinum í Føroyum hava fingið fyrra prikið, og 54% seinna prikið, eru tølini ávikavist 53 og 51% í Týsklandi. 

Týskir heilsuserfrøðingar siga, sambært Ritzau, at núverandi koppsetingartølini ikki eru nóg mikið fyri at sleppa landinum undan einari fjórðu bylgju.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. apríl
Morgunlestur leygardagur 20. apríl 2024
173397
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887