Kommunan vildi burturvísa tekniska stjóran

Kommunan vildi burturvísa tekniska stjóran
Tekniski stjórin í Klaksvíkar Kommunu fekk fyri viku síðani ætlanarskriv um, at kommunan vildi burturvísa hann úr starvinum
Klaksvíkar býráð
Mynd: Savn  
 
02.09.2021 - 18:27

Tekniski leiðarin í Klaksvíkar Kommunu, Óla Jákup Bech, skuldi burturvísast úr starvinum, vegna álvarsligt mishald. Tað skrivar kommunan í ætlanarskrivinum um burturvísing, sum er sent tekniska stjóranum fyri góðari viku síðani.

Orsøkin til burturvísing

Sambært skrivinum, sum Kringvarpið hevur fingið innlit í, hevur Óla Jákup Bech sjálvur orðað eitt uppskot til setanarskriv við fleiri ásetingum, sum í heilt avgerðandi mun víkja frá fíggjarnevndarsamtyktini og galdandi sáttmála.

Hann fær kommunustjóran og varakommunustjóran at skriva undir sítt uppskot, og hóast eingin avtala er gjørd við umsitingina, nevnd ella býráð um broyting í setanarskrivinum, upplýsir hann ikki um broytingarnar, - hvørki fyri borgarstjóra, kommunustjóra ella varakommunustjóra, tá hann bað um at fáa skjalið undirskrivað. Fyrsta august fær hann sáttmála longdan í trý ár.

Hann fær eina røð av lønarhækkingum og framíhjárættindum, sum ikki vóru galdandi í upprunaliga sáttmálanum, sum var undirskrivaður 26. apríl 2017. Millum broytingarnar er tann, at tekniski stjórin nú ikki longur skal vísa til kommunustjóran, men til borgarstjóran sjálvan. 

Haraftar er ásetingin um, at tekniski stjórin ikki kann átaka sær annað lønt starv ella ólønt starv sum gevur framíhjárætt av nøkrum slagi uttan at Klaksvíkar Kommuna frammanundan hevur góðkent tað í hvørjum einstøkum føri, tikin úr uppruna sáttmálanum. Ístaðin er komin ein áseting sum sigur, at "tekniski stjórin hevur rætt til at átaka sær annað lønt ella ólønt starv og at hetta er eisini galdandi fyri val í almenn álistisstørv." Hetta seinasta bar heldur ikki til í fyrra sáttmálanum. 

Samlaða lønin hjá tekniska stjórnaum hækkar eftir nýggja sáttmaálanunum upp í góðar 68.000 um mánaðin

Aðrar broytingar í sáttmálanum

Av øðrum broytingum í nýggja sáttmálanum, verður uppsagnarfreistin óbroytt fyri stjóran, men hjá kommununi verður freistin broytt frá 6 mdr upp í 18 mánaðir. Fráfaringarsamsýningin verður broytt úr 6 mánaðum upp í 36 mánaðir og her er ásetingin um at eftirlønargjaldið tikin úr. Umframt tær 36 mánaðir skal tekniski stjórin hava løn teir 18 mánaðirnar í uppsagnartíðini - tvs 4 og eitt hálvt ár í alt. Fráfaringarlønin er sostatt góðar 3,7 milliónir krónur

Sambært gamla sáttmálanum hevur hann ikki rætt til fráfaringarsamsýning um hann verður burturvístur - tað er broytt til, at verður tekniski stjórin burturvístur, hevur hann framvegis rætt til fráfaringarsamsýning. At enda verður staðfest í nýggja sáttmálanum, at Klaksvíkar Kommuna skal rinda sakarkostnaðin við ein gerðarrætt - eisini um kommunan vinnur málið.

Manglandi loyalitetur og óreiðilig atferð

Í ætlanarskrivinum um burturvísing sigur Klaksvíkar kommuna, at tekniski leiðarin segði við borgarstjóran, at talan var um sama sáttmála sum áðrenn.

Klaksvíkar kommuna metir, at her er talan um serstakliga álvarsliga støðu, manglandi loyalitet og óreiðiliga atferð, sum undir ongum umstøðum kunnu góðtakast, og kommunan hevur tískil mist álitið á tekniska stjóran. Kommunan sigur, at hetta er so álvarsligt brot, at ávaring ella uppsøgn eftir vanligum reglum er ikki nøktandi. Tí er ætlanin at burturvísa hann úr starvinum.

Kommunan sigur at enda í ætlanarskrivinum um burturvísing, at hon er ikki bundin av nýggja setanarskrivinum. Sambært upprunasáttmálanum hjá tekniska stjóranum er uppsagnartíðin 4 mánaðir, og hann fær tí løn til og við desembermánað í ár.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819