Raducanu tók tennisheimin á bóli

Raducanu tók tennisheimin á bóli
18 ára gamla Emma Raducanu vann í gjárkvøldið Grand Slam kappingina US Open
Emma Raducanu við US Open steypinum
Mynd: AP  
 
12.09.2021 - 10:46

Ein nýggj stjørna varð fødd í tennisheiminum í gjárkvøldið, tá 18 ára bretska Emma Raducanu vann Grand Slam kappingina US Open. 

Sostatt gjørdist hon fyrsta bretska kvinnan, sum hevur vunnið US Open í 44 ár, fyrsti US Open vinnari, sum hevur vunnið kappingina aftaná at hava spælt innleiðandi umfør og yngsti Grand Slam vinnari hjá kvinnum síðan Maria Sharapova vann Wimbledon í 2004.

Emma Raducanu vann á 19 ára gomlu Leylah Fernandez úr Kanada. Hon vann bæði settini 6-4 og 6-3.

Ferðin upp til tindarnar hevur verið skjót hjá  Emma Raducanu. Tað var ikki fyrr enn í juni, at hon gjørdist partur av WTA-kappingunum, og var US Open einans hennara næsta Grand Slam luttøka.

US Open er ein av teimum fýra stóru kappingunum í tennis, ið verða nevndar Grand Slam. Hinir tríggjar eru Wimbledon, French Open og Australian Open. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585