Stórtingsval: Triðihvør velur annan flokk enn seinast

Stórtingsval: Triðihvør velur annan flokk enn seinast
Ein kanning, sum TV2 hevur latið gera, vísir, at 836.000 norðmenn fara at velja øðrvisi í dag enn í 2017
Erna Solberg, forsætisráðharri, á vali. Veljarakanningar visa, at Høgriflokkurin hjá henni missir fimm prosent av atkvøðunum á stórtingsvalinum í dag.
 
13.09.2021 - 16:10

Í minsta lagi triðihvør veljari í Noregi fer at velja øðrvísi í dag, enn á valinum seinast.

Tað vísir ein kanning, sum ABC Nyheter hevur gjørt.

31 prosent av teimum spurdu siga seg fara at velja ein annan flokk enn seinast, 42 prosent siga seg fara at velja sama flokk, og 13 prosent siga seg ikki hava tikið endaliga støðu.

Tey flestu velja Senterflokkin

Eftir kanningini er tað Senterflokkurin, sum fær flestar atkvøður frá øðrum flokkum. Meira enn annarhvør, sum ætlar at velja Senterflokkin hesaferð, valdi ein annan flokk seinast.

Í Høgraflokkinum hjá Ernu Solberg eru tað bert 13 prosent, sum siga seg hava valt ein annan flokk seinast. 70 prosent av teimum, sum valdu flokkin seinast, siga seg fara at velja flokkin aftur í dag. Kanningar benda á, at Høgriflokkurin fer at missa fimm prosentstig samanborið við valið í 2017.

836.000 velja øðrvísi

Ein kanning, sum norska TV2 hevur gjørt, vísir, at 836.000 norðmenn siga seg at fara at velja ein annan flokk, enn teir gjørdu seinast.

Og líkt er til, at Arbeiðaraflokkurin fær væl burtur úr tí, hóast flokkurin fær afturgongd.

Av tí at Senterflokkurin fær stóra framgongd, so er líkt til, at Jonas Gahr Støre, formaður í Arbeiðaraflokkinum, fer at skipa stjórn saman við Senterflokkinum og Sosialistiska Vinstraflokkinum.

Flokkarnir fáa tilsamans 85 av teimum 169 limunum í Stórtinginum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Mánadag 22. apríl
Mín síðsta deadline (1:6)
174044
Mánadag 22. apríl
Norðurljóð 22.apríl 2022
174072
Mánadag 22. apríl
Útlit fyri enn einum rakári hjá Dan
174067
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964