Bíða eftir Senterflokkinum

Bíða eftir Senterflokkinum
Leiðslufundur verður í morgin, har spurningurin um eitt stjórnarsamtarv við Arbeiðaraflokkin og Sosialistiska Vinstraflokkin skal viðgerast
Trygve Slagsvold Vedum er formaður í Senterflokkinum
 
15.09.2021 - 09:39

Norski Senterflokkurin, fer at hava leiðslufund í morgin, eftir stórtingsvalið mánadagin.

Á fundinum skal støða takast til stjórnarsamstarv við Arbeiðaraflokkin og Sosialistiska Vinstraflokkin.

Bæði Sosialistiski Vinstraflokkurin og Arbeiðaraflokkurin høvdu leiðslufund í gjár, og báðir flokkar vilja hava eina meirilutasamgongu saman við Senterflokkinum.

Formaðurin í Senterflokkinum hevur mælt til, at Jonas Gahr Støre úr Arbeiðaraflokkinum verður forsætisráðharri, men at bert Arbeiðaraflokkurin og Senterflokkurin skipa stjórn við Sosialistiska Vinstraflokkinum og øðrum flokkum sum stuðulsflokkum.

Tí verður bíðað í spenningi eftir fundinum í Senterlokkinum í morgin, og hvat úrslitið verður.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652