Forsætisráðharrin undir illgruna fyri dráp

Forsætisráðharrin undir illgruna fyri dráp
Stjórnarleiðarin í Haiti hevur fingið forboð fyri at fara av landinum fyribils
Ariel Henry, forsætisráðharri í Haiti, er undir illgruna fyri at hava verið uppií, tá forsetin varð myrdur, og hann hevur fingið forboð fyri at fara av landinum.
Mynd: AFP.  
 
15.09.2021 - 11:18

Ríkisadvokaturin í Haiti hevur ákært Ariel Henry, forsætisráðharra, fyri at hava samband við drápið á forsetan, Jovenel Moise, 7. juli í ár. 

Tað skrivar tíðindastovan AFP.

Tíðindini eru vorðin almenn, nú fimm dagar eftir at ríkisadvokaturin, Bed-Ford Claude, fríggjadagin hitti forsætisráðharran fyri at finna fram til, hví hann tosaði við ein av teimum, sum er undir illgruna í drápsmálinum, sama kvøld, sum forsetin doyði.  

Lupu á húsini

Jovenel Moïse varð skotin í einum álopi á húsini, har hann búði. Eitt samdøgur seinni vóru fýra fólk skotin, og tvey fólk eru handtikin í málinum. 

Størsta blaðið í Haiti, Le Nouvelliste, skrivar, at illgrunin er settur í samband við hesa telefonsamrøðuna.

Blaðið skrivar eisini, at ríkisadvokaturin krevur, at tað ikki verður loyvt Henry at fara úr landinum, tí tað, sum er komið fram í málinum, er álvarsamt. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851