Skert føroyskt lið á vøllin móti Spania

Skert føroyskt lið á vøllin móti Spania
Lene Terp hevur sett liðið, sum skal spæla ímóti Spania í HM-undankappingardysti á Tórsvølli í kvøld. Nakrir lyklaspælarar eru ikki við vegna skaða
Sara Maria Mittfoss byrjar inni í føroysku verjuni ímóti Spania
Mynd: Bjarni Enghamar/FSF  
 
16.09.2021 - 17:02

Lene Terp hevur sett liðið, sum skal spæla HM-undankappingardyst ímóti Spania á Tórsvølli um ein lítlan tíma. Liðið stillar upp í eini 5-4-1 uppstilling.

Nakrir lyklaspælarar sita uttanfyri við skaða. Jacoba Langgaard, sum hevur verið nógv í miðverjuni saman við Biritu Ryan, er ikki tøk. Miðvallararnir, Sara Samson Lamhauge og Kára Djurhuus eru eisini darvaðar av skaða og fáa ikki spælt.

Í álopinum fær Maria Biskopstø, sum hevur staðið seg væl í KÍ í ár, sín fyrsta landsdyst.

Dysturin millum Føroyar og Spania byrjar klokkan 18.00, og hann verður vístur beinleiðis á Rás1 hjá Televarpinum.

Føroyar:

Óluva Joensen; Ásla Johannesen, Rakul Maria Johannesen, Birita Ryan, Sarita Maria Mittfoss, Julia Naomi Mortensen; Sanna Svarvadal, Jensa Tórálvsdóttir, Heidi Sevdal, Lea Lisberg; Maria Biskopstø 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585