USA letur Grønlandi 63 mió. kr. næstu árini

USA letur Grønlandi 63 mió. kr. næstu árini
Hetta er triðju ferð síðani í fjør, at USA gevur Grønlandi milliónir
Pele Broberg, landsstýrismaður í uttanríkismálum, og Joanie Simon, amerikanskur konsul í Grønlandi, skriva undir avtaluna.
Mynd: Sermitsiaq  
 
16.09.2021 - 09:49

USA brúkar nógvar milliónir í Grønlandi.

Nú ætlar amerikanska menningarstovan US-AID at brúka tíggju milliónir dollarar, tað er 63 milliónir krónur, til verkætlanir í Grønlandi næstu fimm árini. Verkætlanir, sum skulu gagna Grønlandi, sigur landsstýrið.

Hetta er triðju ferð síðani í fjør, at USA gevur Grønlandi milliónir.

Í apríl í fjør læt USA Grønlandi 76 milliónir, og í juli í ár komu góðar 65 millónir afturat.

Styrkja samstarvið

Milliónirnar skulu brúkast til at styrkja samstarvið millum USA og Grønland.

Og US-AID hevur eisini sett 450.000 dollarar, góðar 2,8 mió. kr, í grunnin Kalaliit Nunaat 

Grunnurin fæst við nýskapan í skúlaverkinum og í útbúgvingum.   


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. apríl
Breddin: Tilfeingisgjald og Orkukeldur
174104
Týsdag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
174099
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Mánadag 22. apríl
Mín síðsta deadline (1:6)
174044
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010