Ríkisfelagsskapurin eitt misvísandi navn

Ríkisfelagsskapurin eitt misvísandi navn
Grønlendski landstýrismaðurin í uttanríkismálum heldur, at heitið, ríkisfelagsskapurin, er eitt skálkaskjól og eigur at vera broytt.
Pele Broberg er landstýrismaður í uttanríkismálum í Grønlandi
 
19.09.2021 - 11:33


Heitið, Ríkisfelagsskapurin, er eitt skálkaskjól fyri donskum yvirveldi í Grønlandi.

Tað sigr grønlendski landstýrismaðurin í uttanríkismálum Pele Broberg, í samrøðu við blaðið Berlingske.

Hann vil tí hava hetta heitið strikað.

- Tað er ein týdningarmikil munur. Orðið ríkisfelagsskapur leggur upp til, at øll eiga lut í tí, men tað er ikki veruleikin. Tað er felagsskapurin hjá Danmark, sigur Pele Broberg. 

Sambært Berlingske, mælir Pele Broberg til, at ríkisfelagsskapurin verður nevndur "danska ríkið". 
- Tá er ongin ivi um, hvør hevur valdið, sigur lanstýrismaðurin.

- Danmark kann vera í einum ríkisfelagsskapi við Jylland og Fyn ella við Føroyar, um tey semjast um tað. Men eftir mínum tykki hevur tað onki við Grønland at gera, sigur grønlendski landstýrismaðurin í uttanríkismálum í samrøðu við Berlingske.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. apríl
Morgunlestur leygardagur 20. apríl 2024
173397
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887