Gud signi Føroyar

Gud signi Føroyar (1:6)
15-02-2018
Ein kelda á Skálafjørðinum, føroysk dokumentarrøð

Hvat gera føroyskar samkomur fyri at vaksa seg stórar og sterkar? Hví hevur tað týdning, at menniskju koma til persónliga trúgv á Jesus og leggjast afturat? Og í hvønn mun taka føroyskar samkomur støðu til aktuellar politiskar spurningar, sum eyðkenna okkara samtíð? Í hesi fyrstu sendingini vitja vit Kelduna í Skálabotni, sum er ein tann størsta frísamkoman í Føroyum.

Vit hitta eisini ein mann, sum einaferð var ungdómsleiðari í Kelduni, men sum tók seg úr samkomuni, tí hann var samkyndur. Hví gjørdi hann tað? Kann man ikki vera samkyndur og virkin trúgvandi í senn? Keldan er ein av trimum sonevndum karismatiskum samkomum í Føroyum.

Tann karismatiska rørslan kyknaði í Føroyum sjeytiárunum, tá kirkjufólk rýmdu úr kirkjuni, tí tey tráaðu eftir einum øðrvísi kristindómi, sum ikki kundi rúmast í siðbundnu kirkjuni. Karismatiskar samkomur leggja stóran dent á, at hin trúgvandi kann uppliva heilaga andan persónliga.

Læran um sonevndar náðigávur - t.d. tungutalu og grøðing - er sentral í karismatiskari gudfrøði. Hetta er tann fyrsta av seks sendingum, sum varpa ljós á føroyskan kristindóm í okkara samtíð.

Lagt til rættis: Heini í Skorini.

Gud signi Føroyar

Sending frá 2018.

Hvat eyðkennir føroyskan kristindóm í okkara samtíð?

Í seks pørtum fer sjónvarpsrøðin Gud signi Føroyar at varpa ljós á tær stóru kristnu rørslurnar í Føroyum, nú 500 ár eru liðin síðani reformatiónina.

Kristindómurin hevur mong andlit og finst í alskyns útgávum, og við einum fjølbroyttum úrvali av keldum við ymiskum sjónarmiðum og lívsroyndum viðger sendirøðin eisini tær ósemjur, sum finnast í føroyskum trúarlívi.

Heini í Skorini og Hans Petur Hansen hava lagt sendingina til rættis.

Brøður millum heims og heljar
01-03-2018
Latið børnini koma til mín
22-02-2018
Ein kelda á Skálafjørðinum, føroysk dokumentarrøð
15-02-2018