Gud signi Føroyar

Gud signi Føroyar (2:6)
22-02-2018
Latið børnini koma til mín

Ein sentral læra í kristna boðskapinum er læran um ein himmal og eitt helviti eftir hetta lívið. Fyri summi eru hesi hugtøk myndatala. Fyri onnur eru hesi støðini ítøkilig og verulig.

Í hesi seinnu sendingini fara vit at vitja tey bæði størstu kristnu leguhúsini í Føroyum. Tað eina er leguhúsið hjá brøðrasamkomuni á Vatnsoyrum, sum eitur Zarepta, og hitt er leguhúsið hjá kirkjuligu Heimamissiónini í Nesvík.

Endamálið er at kanna, hvussu hesin afturvendandi boðskapurin um himmal og fortapilsi ella glatan verður prædikaður fyri føroyskum børnum og ungum í dag.

Lagt til rættis: Heini í Skorini.

Gud signi Føroyar

Sending frá 2018.

Hvat eyðkennir føroyskan kristindóm í okkara samtíð?

Í seks pørtum fer sjónvarpsrøðin Gud signi Føroyar at varpa ljós á tær stóru kristnu rørslurnar í Føroyum, nú 500 ár eru liðin síðani reformatiónina.

Kristindómurin hevur mong andlit og finst í alskyns útgávum, og við einum fjølbroyttum úrvali av keldum við ymiskum sjónarmiðum og lívsroyndum viðger sendirøðin eisini tær ósemjur, sum finnast í føroyskum trúarlívi.

Heini í Skorini og Hans Petur Hansen hava lagt sendingina til rættis.

Brøður millum heims og heljar
01-03-2018
Latið børnini koma til mín
22-02-2018
Ein kelda á Skálafjørðinum, føroysk dokumentarrøð
15-02-2018