Gud signi Føroyar

Gud signi Føroyar (4:6)
05-04-2018

Tann evangeliska-lutherska fólkakirkjan er nógv tann størsta trúarrørslan í Føroyum og umboðar næstan 80 % av øllum føroyingum. Men hóast almenna fólkakirkjan hevur eitt niðurskrivað trúargrundarlag, so finnast fleiri ósemjur í kirkjuni bæði í mun til aktuellar samfelagsligar spurningar og í mun til tíðarleysar læruspurningar. Summir prestar umboða eina liberala gudfrøði aðrir eina konservativa gudfrøði.

Sendingin varpar ljós á internu mótsetningarnar og fjølbroytnið í føroysku fólkakirkjuni. Vit vitja eisini Humanistafelag Føroya, sum heldur tað vera skeivt, at landið stuðlar eini ávísari trúarrørslu fram um allar aðrar trúarrørslur í Føroyum.

Lagt til rættis: Heini í Skorini.

Gud signi Føroyar

Sending frá 2018.

Hvat eyðkennir føroyskan kristindóm í okkara samtíð?

Í seks pørtum fer sjónvarpsrøðin Gud signi Føroyar at varpa ljós á tær stóru kristnu rørslurnar í Føroyum, nú 500 ár eru liðin síðani reformatiónina.

Kristindómurin hevur mong andlit og finst í alskyns útgávum, og við einum fjølbroyttum úrvali av keldum við ymiskum sjónarmiðum og lívsroyndum viðger sendirøðin eisini tær ósemjur, sum finnast í føroyskum trúarlívi.

Heini í Skorini og Hans Petur Hansen hava lagt sendingina til rættis.

Brøður millum heims og heljar
01-03-2018
Latið børnini koma til mín
22-02-2018
Ein kelda á Skálafjørðinum, føroysk dokumentarrøð
15-02-2018