Gud signi Føroyar

Gud signi Føroyar (5:6)
12-04-2018

Í nógvar, nógvar øldir hildu tey allarflestu í vesturheiminum, at Bíblian var tann fremsta keldan til vitan. Men í 16. og 17. øld byrjaði tann vísindaliga kollveltingin at spíra í Evropa.

Ein kollvelting, sum bjóðaði teirri kristnu heimsmyndini av og elvdi til samanbrestir ímillum vísindafólk øðrumegin og kirkjuligar myndugleikar hinumegin.

Í hesum fimta partinum varpa vit ljós á markið ímillum trúgv og vísindi. Vit fara á grøðingarmøti at hitta fólk, sum trúgva uppá yvirnatúrlig undur, tá læknavísindin ikki røkkur.

Og vit vitja ein kristnan frískúla, sum lærir sínar næmingar, at vísindaliga ástøðið um menningarlæruna hjá Charles Darwin er skeiv.

Gud signi Føroyar

Sending frá 2018.

Hvat eyðkennir føroyskan kristindóm í okkara samtíð?

Í seks pørtum fer sjónvarpsrøðin Gud signi Føroyar at varpa ljós á tær stóru kristnu rørslurnar í Føroyum, nú 500 ár eru liðin síðani reformatiónina.

Kristindómurin hevur mong andlit og finst í alskyns útgávum, og við einum fjølbroyttum úrvali av keldum við ymiskum sjónarmiðum og lívsroyndum viðger sendirøðin eisini tær ósemjur, sum finnast í føroyskum trúarlívi.

Heini í Skorini og Hans Petur Hansen hava lagt sendingina til rættis.

Brøður millum heims og heljar
01-03-2018
Latið børnini koma til mín
22-02-2018
Ein kelda á Skálafjørðinum, føroysk dokumentarrøð
15-02-2018