Gudstænastur í sjónvarpi

Nýggjársgudstænasta 2017
01-01-2018
Nýggjársguðstænastan í ár er úr Gøtu kirkju. Ovi Brim, prestur, prædikar. Deknur er Sonny Dalheim og klokkari er Magnus Heinason

Gøtu kirkju ungdómskór, undir leiðslu av Símuni Hammer, syngur tveir sangir, “Ver vælkomið Harrans ár” og “Even When He is Silent” hjá Kim André Arnesen.

Um hetta kórverkið kann sigast, at tá ið farið var undir at rudda eina av týningarlegunum, aftaná seinna heimsbardaga, funnu tey í einum fangahúsi, hesi orð skrivaði á einum veggi:

"I believe in the Sun, even when it’s not shining / Eg trúgvi á sólina – sjálvt tá ið hon ikki skínur

I believe in Love, even when I feel it not / Eg trúgvi á kærleikan – hóast eg ikki føli hann.

I believe in God, even when He is silent / Eg trúgvi á Guð – hóast hann er tigandi."

Eftir prædikuna syngur Elinborg Pálsdóttir “Hjá góðum máttum eru vit í sorgum”, eftir Dietrich Bonhoeffer.

Gudstænastur í sjónvarpi

Sjónvarpið sendir møti og gudstænastur frá ymsum samkomum í Føroyum hvønn sunnudag klokkan 16:00.

Felagskirkjulig guðstænasta, triðja páskadag, í Hoyvíkar kirkju.
07-04-2024
Jógvan Fríðriksson, biskupur, skipar Ova Brim í próstaembætið.
01-04-2024
- Tummas Kannuberg, prestur, prædikar
10-03-2024
- Theodor E. D. Olsen, prestur, prædikar
18-02-2024
- Marjun Lómaklett, prestur, prædikar
11-02-2024