- Tíðindi, mentan og ítróttur
Jazzofonin
Jazzofonin 4. apríl 2017
04-04-2017
Sending við jazztónleiki og ymsum vertum
Í sendingni hesa ferð hoyra vit fløguna "Personal Mountains" við Keith Jarrett og hansara europeisku kvartett, sum kom út á ECM Records í 1989.
"Personal Mountains" er ein livefløga frá einari konsertferð, sum bólkurin hevði í Japan í 1979. Løgini á hesari fløguni eru upptikin á konsert í Tokyo.
Keith Jarrett, sum varð føddur í 1945 í Allentown, Pennsylvania, USA, hevur skrivað øll løgini og spælir klaver, Jan Garbarek, sum er norðmaður av polskari ætt, spælir sopran og tenor saxofonir, svenski Palle Danielsson spælir kontra bass og norðmaðurin, Jon Christensen, spælir trummur.
Lagt til rættis: Arnold Ludvig.
Jazzofonin
Skiftandi vertir spæla føroyskan og útlendskan jazztónleik.