Fyrst í desember finnur Jóanes Andreasen sær jólamansklæðini fram. Hann hevur úr at gera at pakka gávur og vitja børn, sum gleða seg til jóla. Jóanes hevur nú tjúgu ár á baki sum jólamaður, og hóast beinini ikki orka tað sama longur, er hugurin enn góður at fara út við jólaposanum. Lagt til rættis: Dagmar Joensen Næs.