Leikritakapping

Kapping um at skriva útvarpsleik

Útvarpsleikir eru aftur vorðnir sera vælumtóktir í londunum rundan um okkum, og seinnu árini eru fleiri kendar sjónvarpsrøðir gjørdar til útvarpsleik. Útvarpsleikir eru eisini millum mest krevjandi sendingar í útvarpi, bæði í tilgerð og fígging, men ein góður útvarpsleikur er útvarp á hægsta stigi. Í sambandi við at tað 6. februar 2017 eru 60 ár liðin, síðan útvarpið í Kringvarpi Føroya fór at senda, lýsir Kringvarpið við hesum til kapping um at skriva handrit til føroyskan útvarpsleik.


SAMTÍÐ
Endamálið við kappingini er at eggja til at skriva nýggjar útvarpsleikir og at fáa til vegar nýggj handrit at brúka í Kringvarpi Føroya. Handritini skulu vera soleiðis, at tey sum liðug útvarpssending geva lurtarum góðar søgur og upplivingar, sum eisini lýsa umstøður og kenslur í okkara samtíð. Harafturat skal leikritið hugsast sum ljóðmynd, sum stuðlar uppundir huglagið í leikinum.


TREYTIR
Dentur verður lagdur á, at handritið til nýggjan føroyskan útvarpsleik endurspeglar nútíðarsamfelagið. Handritið skal vera til leik, sum varir umleið 30 minuttir í útvarpi. Hetta svarar vanliga til 12-15 síður. Leikararnir skulu vera í minsta lagi tveir og í mesta lagi átta í tali. Handritið skal vera klárt hjá teknisku framleiðslu útvarpsins at seta í verk og skal vera skrivað á føroyskum máli. Dómsnevndin hevur rætt til ikki at lata virðislønina, um hon heldur, at tey innkomnu handritini ikki eru virðislønarverd.


VIRÐISLØN
Latin verður ein virðisløn uppá 25.000 krónur til vinnandi handritið. Onnur virðisløn er 10.000 krónur.
Vinnandi útvarpsleikurin verður sendur í Kringvarpi Føroya. Harumframt verður eisini eitt úrval av innkomnu handritunum sent í Kringvarpinum. 


DÓMSNEVND
Til at viðgera tey innsendu handritini er ein dómsnevnd sett. Í nevndini eru Jenny Petersen, Bergur D. Hansen, Elin á Rógvi og Páll Danielsen.


FREIST
Handritið til nýggjan føroyskan útvarpsleik skal latast dulnevnt við frámerki. Saman við handritinum skal latast inn afturlatin brævbjálvi við sama frámerki uttan og við navnaseðli í og sum sigur, hvør ið hevur skrivað. Handritið skal latast inn í seinasta lagi 20. apríl 2017.


Um ivamál eru, ber til at venda sær til Barbaru Samuelsen, leiðara fyri deildini Mentan. Telefon 296610. Teldupostadressa: bs@kvf.fo